Kári Petersen

Report
Kári Petersen
Føroyskar royndir við ymsum
loyvisskipanum í fiskivinnuni
Lógargrundarlagið
Grundlógin
§ 73. Ejendomsretten er ukrænkelig
Lógin um vinnuligan fiskiskap er frá 1994
§ 2: Livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum, og rættindi
føroyska heimastýrið við samráðingum hevur rokkið, eru ogn
Føroya fólks
Lógargrundarlagið
Við fiskidagaskipanini í 1996, varð rætturin til fiskidagar og
eginkvotur ásettur at vera galdandi í 5 ár, t. e. rættindini ganga út
í 2001.
Í 1997 varð hetta longt upp í 10 ár, rættindini ganga út í 2007
Í 1998 vórðu rættindini gjørd óuppsigilig í 10 ár í senn, t. e. í
fyrsta lagi til 2008, síðan frá 1999 til 2009 o.s.fr.v.
Við lógarbroytingini í 2007, vórðu loyvini ásett at vera í 10 ár (ikki
rullandi), t.e. loyvini vórðu uppsøgd til at ganga út í 2018
Lógargrundarlagið
Samgonguskjalið: Loyvini skulu gevast tíðaravmarkað og rullandi
Fyrrverandi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum: 12 ár í senn
Rullandi merkir at tey í prinsippinum automatiskt verða endurnýggjað
í 12 ár í senn. Sjálvt um løgtingið sigur tey upp við 12ára freist, so kann
løgtingið broyta hugsan, og endurnýggja loyvini í uppsagnartíðini
Loyvini verða tí í veruleikanum so gott sum óuppsigilig
Brúksrætturin verður so langur og torførur at siga upp, at hann er
nærum ein ognarrættur
Lógargrundarlagið
Ásetingin um, at loyvir verða givin fyri fleiri ár, stríðir móti ásetingini um, at
fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks.
Tá loyvini vera givin fyri 10 ár, og serliga 10 ár og rullandi, verður upprunaliga lógin
um at livandi tilfeingið er ogn Føroya fólks, í veruleikanum sett úr gildi
Við at geva loyvir í 10 ár, loyvir landsstýrið tí persóninum, sum hevur loyvið, at
selja rættindini næstu 10 árini
Tann sum selur skip við loyvum, fær peningin. Tann, sum eftir lógini eigur
rættindini (Føroya fólk) fær einki
§ 2 sigur, at livandi tilfeingið er ogn Føroya fólks, men § 7, har loyvið verður givið
fyri 10 ár, setur § 2 úr gildi
Løgtingið tekur ognarrættin frá Føroya fólki og gevur hann til einstaklingar
Lógargrundarlagið
Ræðisrættur og virðisskapan
Lógin um vinnuligan fiskiskap, grein 7, sigur, at:
Eigararnir skulu vera skrásettir at búgva í Føroyum, vera fult skattskyldugir í
Føroyum
Føroyingar skulu í minsta lagi eiga 2/3 av eginpeninginum í felagnum
Føroyingar skulu hava minst 2/3 av atkvøðurættinum og avgerðarrættinum í
felagnum
Hetta verður gjørt fyri at tryggja at føroyingar hava ræðisrætt yvir skipum,
sum fiska við føroyskum fiskiloyvi
Føroyingar skulu fáa minst 2/3 av vinningsbýtinum
Føroyingar skulu fáa meginpartin av virðisskapanini í vinnuni
Í viðmerkingunum verður grundgivið við grein 2: Livandi tilfeingið er ogn hjá
føroysku tjóðini
1998lógin, skipahandlar
(mió. kr.)
Krúnborg, nótaskip
Vesturvón, verksmiðjutrolari
Columbus, partrolari
Nornagestur, partrolari
Polarhav/Hamranes, partrolari
Stjørnan/Breiðanes, partrolari
Skipsvirði +
veiðirættindi
350
80
7
7
25
25
Skipsvirði
150
40
300 tús
300 tús
12
12
Tindur, trolbátur
Skarðhamar, trolbátur
Grani, línubátur
Mascot, línubátur
Fjalshamar, partrolari
Nónhamar, partrolari
6
6
14
21
15
15
500 tús
500 tús
500 tús
4
7
7
Kelda: Leysliga mett av kønum fólkum í vinnuni
1998lógin, avleiðingar av skipahandlum
Ogn og skuld hjá flotanum
(mió. kr.)
Goodwill/veiðiloyvi
Skip
2002
26
1805
2004
57
1909
2006
284
2654
2008
544
2155
2010
594
2308
Langfreistað skuld
Skuld til atknýtt feløg
Skuld íalt
952
131
1599
1158
98
1863
1991
460
3226
1628
352
2867
1788
603
3022
Kelda: Grannskoðanarvirkið NOTA
1998lógin, avleiðingar
Skipini eru sera dýr, fleiri ferðir virðið á skipinum sjálvum
Tað verður goldið eitt stórt tilfeingisgjald til tann, sum fer úr vinnuni
Tann sum fer úr vinnuni, fær sera nógv burturúr
Tann, sum heldur fram í vinnuni ella sum kemur inn í vinnuna, verður sera
skuldarbundin
Fiskivinnan sum heild er vorðin nógv meir skuldarbundin
Niðurstøða um 1998lógina og skipahandlar
Eitt stórt tilfeingisgjald er goldið, leysliga mett 6-700 mió. kr.
Tann, sum eigur tilfeingið, Føroya fólk, fær einki
Reiðarin, sum fer úr vinnuni, fær tilfeingisgjaldið (goldið verður fyri
brúksrættin í 10 ár)
Fyri at koma inn í vinnuna, skal eitt sera stórt tilfeingisgjald gjaldast til
reiðaran, sum fer úr vinnuni
Ómøguligt at koma inn í vinnuna
Skuldin hjá flotanum er tvífaldað eftir 8 árum
Nógv feløg gerast skuldarbundin og geva lítið og einki yvirskot
Virðið á veiðirættum er í mun til avkastið
Tal
(mió. kr.)
Uppisjóvarskip
Rækjuskip
Verksm.trolarar
Partrolarar
Lemmatrolarar
Línuskip
Garnaskip
Onnur skip
Útróðrarbátar
Tilsamans
8
3
3
22
8
16
6
1
Nettosøla
776
113
298
316
130
179
35
30
180
2057
EBIT
DA
273
11
73
10
5
11
1
5
Úrslit áðr.
óvanligt
160
0
34
-44
-9
-9
-4
2
389
130
Keldur: Grannskoðanarvirkið NOTA og Fiskiveiðieftirlitið
Goodwill/
veiðiloyvi
461
6
31
67
12
16
1
0
595
Stór avkast í pelagisku vinnuni
Pelagiskur fiskiskapur:
Svartkjaftur
1000t
Makrel í norskum sjógvi
300t
Makrel í føroyskum sjógvi 300t
Chr. í Grótinum (gamli)
2,60kr
9,00kr
6,00kr
2,6m
2,7m
1,8m
40m
Partrolarar:
Upsi í føroyskum sjógvi
200t
Makrel í føroyskum sjógvi 100t
Upsi
Makrel
2d
2d
2d
16d
10d
1d
13m
12m
5mð
2mð
við nót
við troli
rekord ?
Stór avkast í pelagisku vinnuni
Yvirnormalt avkast
Vanligt avkastkrav við inflatión: 13 %
Avkastkrav við lágari inflatión: 10 %
Ymisk avkastkrav alt eftir váðanum í einstøku vinnuni
Skipakostnaður: 250 mió. kr.
Eginpeningur: 50 mió. kr.
Árligt yvirskot: 40 mió. kr.
Árligur inntøkuvøkstur: 4 %
Diskonteringsrenta: 10 %
Investeraður eginkapitalur 50 mió. kr.
NPV(nútíðarvirði av yvirskoti í 20 ár): 450 mió. kr., eftir skatt 369 mió. kr.
Avkast: 640 %, árligt avkast 30-40 %
Íløga 50 mió. kr., eiga skipið, vert 250 mió. kr., eftir 6-7 árum
Stór avkast í pelagisku vinnuni
Pelagiska vinnan
Skipsvirði +
veiðiloyvi
(mió. kr.)
Skipsvirði
Tróndur í Gøtu
250
Finnur Fríði
140
Jupiter
60
Saksaberg
20
Norðborg
270
Christian í Grótinum
40
Fagraberg
120
Næraberg
40
Atlantsfarið
40
Tilsamans
980
2-2,5 mia.
Leyslig meting: Fiskiskapur, samanseting av fiskasløgum og tal av skipum eru sera
skiftandi, loyvini sera ymisk
TV2: Føroyingur, sum eigur skip í Danmark
Skipið við veiðiloyvi vert 1,2 mia. kr., skipið sjálvt er vert 200 mió. kr.
Fylgjur av langum rullandi loyvum, yvirlit
Fylgjur av 12ára rullandi loyvum, yvirlit:
Sterkari ognarrættur til veiðirættindini
Prísurin á veiðirættindum fer upp
Nøkur skip kunnu seljast fyri nógvan pening, til dømis kunnu pelagisku skipini
seljast fyri tilsamans 2-2,5 milliardir
Sera dýr skip
Ómøguligt at koma inn í vinnuna, manglandi dynamikkur, eingi nýggj fólk
Føroyingar kunnu ikki gjalda tey stóru loyvini
Bert útlendingar (og føroyingar sum arbeiða fyri teir) kunnu bjóða
Fiskivinnan á útlendskar hendur
Vandi fyri, at virðisøkingin fer av landinum
Stór skuld í fiskivinnuni, rentuútreiðslurnar hjá fiskivinnuni verða stórar
Stór miðsavnan av valdinum í føroysku fiskivinnuni og í samfelagnum annars
Fylgjur av langum rullandi loyvum, skuld
Størri tryggleiki hjá teimum sum keypa, um loyvið verður rullandi og 12 ár, og
teir vilja tí gjalda hægri prís
Nakrir reiðarar kunnu fara úr vinnuni við milliardum
Um fyrst eitt loyvi er givið fyri nógv ár, kann løgtingið einki gera, reiðarin
stendur púra frítt at selja
Teir, sum koma inn mugu gjalda eitt sera stórt tilfeingisgjald
Fiskivinnan verður nógv meir skuldartyngd
Landskassin missir skattainntøkur, tí rentuútreiðslurnar hjá vinnulívinum
verða sera stórar og yvirskotini fara at minka
Fylgjur av langum rullandi loyvum, virðisøking
Tað er sannlíkt, at stórur partur av fiskivinnuni fer á útlendskar hendur, og
vandi er fyri, at virðisøkingin fer av landinum
Lógin um vinnuligan fiskiskap, grein 7, sigur at føroyingar skulu fáa minst 2/3
av vinningsbýtinum
Hetta er sett inn fyri at tryggja, at føroyingar skulu fáa ágóðan av teimum
virðum, sum verða skapt í vinnuni
Í nøkrum feløgum við útlendskum eigarum eru lán frá útlendska eigaranum,
ofta kallað skuld til atknýtt feløg
Útlendsku eigararnir kunnu taka yvirskotið út, sum renta av láni, ið teir hava
givið til felagið
Viðhvørt seta teir eina variabla rentu, viðhvørt er rentan høg
Harvið kann alt yvirskotið takast út, um hetta er ynskið
Transfer pricing, innanhýsis handil í eini konsern
Í Íslandi hava útlendingar ikki loyvi at eiga í fiskiskipum
Fylgjur av langum rullandi loyvum, ræðisrættur
Tað er sannlíkt, at stórur partur av fiskivinnuni fer á útlendskar hendur, og
vandi er fyri, at føroyingar missa ræðisrættin yvir føroysku fiskivinnuni
Lógin um vinnuligan fiskiskap, § 7, sigur at føroyingar skulu eiga minst 2/3 av
partapeninginum, og hava minst 2/3 av avgerðarrættinum
Feløg kunnu hava sera lítlan eginpening, viðhvørt niður í 0,05 prosent, meðan
útlendingar veita stóran lánskapital
Um fremmandafíggingin er 99,9 prosent, og eginfíggingin er minni enn 0,1
prosent, so kann ein ivast í, um ræðisrætturin er á føroyskum hondum
Hjá onkrum feløgum er skuld til atknýtt feløg rættiliga stuttfreistað, hetta
merkir, at útlendski lánveitarin kann seta føroyska partinum treytir
Fylgjur av langum rullandi loyvum, miðsavning
Rullandi loyvir hava longu nú ført til sera stóra miðsavning av avgerðarrætti í
vinnulívinum
JFK, Kjarnufyritøkur: Gadus, Næraberg og Farið
Partrolarar: Polarhav, Stjørnan, Vestmenningur, Fram, Safir, Smaragd, part av
Grønanes
Línubátar: Klakkur, Helena, Polarstjørnan
Varðin: Kjarnufyritøkur: Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu, Jupiter og Saksaberg
Framherji: Kjarnufyritøkur: Vesturvón og Fagraberg
Saman hava hesar fyritøkur keypt:
Partrolarar: Rókur, Lerkur, Stelkur, Bakur, Heykur, Falkur
Lemmatrolari: Edna
Fiskavirking
Fylgjur av langum rullandi loyvum, miðsavning
Miðsavningin av valdinum fer at halda fram og styrkjast við langum rullandi
loyvum
Oligarki, fámannaveldi
Einki kann forða teimum, sum fáa loyvini, í at selja tey fyri milliardir
Nøkur fá fólk fara at eiga milliardir
Tey fara eftir nøkrum árum at ráða yvir restini á føroyska vinnulívinum og í
samfelagnum annars, hetta sæst til dømis í Íslandi og Russlandi
Fylgjur av langum rullandi loyvum, niðurstøður
Niðurstøður um lang og rullandi fiskiloyvir:
Verður lógin samtykt, so bakkast ikki fyrr enn um nógv ár
Brúksrætturin verður nógv sterkari, næstan sum ognarrættur
Brúksrætturin(veiðirætturin) verður givin fyri einki
Prísurin á veiðirættindunum fer nógv upp
Veiðirættindini kunnu seljast saman við skipunum fyri milliardir
Teir, sum fara burturúr vinnuni, fáa søluupphæddina
Tey, sum sambært lógini eiga fiskatilfeingið, Føroya fólk, fáa einki
Teir, sum koma inn í vinnuna, fara at skylda stórar upphæddir
Fiskivinnan verður sera skuldarbundin
Bert útlendingar kunnu bjóða uppá tey stóru skipini
Vandi er fyri, at útlendingar fáa ræði á føroysku fiskivinnuni
Útlendingar kunnu taka vinningin út úr vinnuni, um teir ynskja tað
Nøkur fá fara at hava allan avgerðarrættin í vinnulívinum

similar documents